Skulu kanna møguleikan hjá sjófólki at velja talgilt

Skulu kanna møguleikan hjá sjófólki at velja talgilt
Meirilutin í rættarnevndini biður landsstýrismannin í lógarmálum um tað
Á vali í ítróttahøllini á Hálsi. Nú verður landsstýrismaðurin biðin um at kanna møguleikan hjá eitt nú sjófólki at velja talgilt. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
06.05.2024 - 10:15

Landsstýrismaðurin í lógarmálum er biðin um at kanna, hvussu umstøðurnar hjá eitt nú sjófólki at velja kunnu gerast betri.

Meirilutin í rættarnevndini hjá løgtinginum biður um tað. 

Rættarnevndin hevur viðgjørt uppskotið til samtyktar hjá Fólkaflokkinum um møguleikan at atkvøða talgilt.

Í meirilutanum eru allir flokkar uttan Fólkaflokkurin. 

Tey taka undir við, at øll skulu sleppa at velja, eisini tey, sum eru á sjónum ella uttanlands.  

Tey eru tó ikki sannførd um, at júst tann loysnin, sum er í uppskotinum hjá Fólkaflokkinum, er tann rætta, so tey mæla frá at samtykkja uppskotið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216