Klaksvík og St. Pætursborg eru enn vinarbýir

Klaksvík og St. Pætursborg eru enn vinarbýir
Klaksvíkar býráð hevur enn ikki tikið støðu til vinabýarsamstarvið millum Klaksvík og St. Pætursborg í Russlandi
Klaksvíkar býráð hevur enn ikki tikið støðu til, um Klaksvík skal slíta sambandi við russiska býin St. Pætursborg, hóast tað er nærum eitt ár síðani Russland leyp á Ukraina
Mynd: Shutterstock.com  
 
16.01.2023 - 17:37

Tað eru nærum 11 mánaðir síðani russisku innrásina í Ukraina, men Klaksvíkar býráð hevur enn ikki slitið vinabýarsamstarvið við Pushkinsky í St. Pætursborg. 

Í mars í fjør segði Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, at málið hevur verið umrøtt millum býráðslimir, og hann dugir ikki at síggja, hví Klaksvík ikki skal gera sum aðrir býir kring heimin gera í hesum førinum, altso slíta samstarvið.

Karl Johansen vil ikki gera samrøðu við útvarpið í dag, men sigur í stuttari viðmerking, at býráðið enn ikki hevur tikið støðu til málið. Hetta, hóast nærum eitt ár er liðið síðani hann kom við somu kunngerð.

 

Aarhus sleit sambandið

Summir býir kring heimin hava longu slitið sítt vinabýarsamstarv við russiskar býir, og aðrir umhugsa at gera tað sama. Eitt nú boðaði Aarhus frá í fjør, at teirra vinabýarsamstarv við St. Pætursborg heldur uppat orsaka av krígnum í Ukraina.

Klaksvík og St. Pætursborg hava verið vinabýir síðani 2019. Tá varð sagt, at ætlanin serliga var at samstarva um vinnu, mentan og ítrótt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. apríl
Verið góð við móðurmálið
174325
Mánadag 29. apríl
Góðan morgun Føroyar
174316
Mánadag 29. apríl
Morgunlestur mánadagur 29. apríl 2024
174289
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju.
174276
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178