Mest ætlar at byggja nýggja turrdokk á Skála

Mest ætlar at byggja nýggja turrdokk á Skála
Skipasmiðjuni Mest hevur slept ætlanini um at byggja eina turrdokk á Tjørnunesi, innanfyri bygdina Undir Gøtueiði. Nýggja turrdokkin skal byggjast á Skála
Mest søkir nú Runavíkar kommunu um at byggja nýggja turrdokk á Skála
Mynd: Eyðun Muller Thomsen  
 
03.11.2021 - 07:00

Hóskvøldið skal Runavíkar býráð viðgera eina umsókn frá skipasmiðjuni Mest um loyvi at sleppa at byggja nýggja turrdokk á Skála. 

Samstundis skal býráðið eisini viðgera eina broyting í býarplanini fyri økið við skipasmiðjuna hjá Mest á Skála. 

Harvið tykist greitt, at Mest hevur slept ætlanini um at byggja eina turrdokk á Tjørnunesi, innanfyri bygdina Undir Gøtueiði á eystara armi á Skálafjørðinum, sum hoyrir til Eysturkommunu, og ætlar nú at byggja nýggju, og størru, turrdokkina á Skála, sum hoyrir til Runavíkar kommunu.

 

Ætlan frá 2017

Ætlanin hjá Mest um at byggja út á Skálafjørðinum stavar frá februar 2017, tá tað kom undan kavi, at Mest ætlaði at inniloka verandi turrdokk á Skála. 

Mouritz Mohr, stjóri í Mest, segði tá, at innilokanin var neyðugt, fyri at gera arbeiðsumstøðurnar betri, og fyri at halda vindi og veðrið úti. 

Innilokanin kravdi eina broytingar í býarplanini og byggisamtyktini, tí talan skuldi vera um ein bygning, sum bleiv 50 metrar høgur.

Sostatt skuldi innilokaða turrdokkin gerast hægsti bygningur í landinum.

 

Møttu mótstøðu

Mótstøðan móti høga bygninginum mitt í bygdini byrjað beinavegin at merkjast á Skála. 

Innilokaða turrdokkin var høvuðssøgan í Degi og viku 23. mai 2017, tá skipað varð fyri einum borgarafundi. 

20170523_JAN_LAMHAUGE_A_SKALA

Endin varð, at ætlanin um at inniloka verandi turrdokk á Skála skipasmiðju varð slept, og ætlanin um at byggja eina nýggja, størri turrdokk hinumegin fjørðin, á Tjørnunesi innan fyri bygdina Undir Gøtueiði, byrjaði at spøkja. 

Ætlanin var, at fyritøkurnar MEST, Varðin og Varðin Pelagic skuldu fara í samstarv við Eysturkommunu um at byggja turrdokkina, sum skuldi vera so stór, at sjálvt Norrøna skuldi passa inn í hana.

Mouritz Mohr, stjóri í Mest, greiddi frá ætlanini at byggja eina turrdokk á Tjørnunesi í útvarpstíðindunum 14. september í fjør:

1396386

 

Turrdokkin flytur kommunu

Men sambært fundarskránni til næsta býráðsfund hjá Runavíkar kommunu, sum verður hóskvøldið 4. november, so er líkt til, at staðsetingin av nýggju turrdokkini hjá Mest verður flutt yvir um aftur fjørðin til Skálar, og harvið aftur til Runavíkar kommunu.

Á skránni standa hesi mál:

3/21: Mest søkir um byggiloyvi til nýggja turrdokk á Skála. 

112/21: Broyting av býarplani við Mest á Skála

Kringvarp Føroya hevur verið í sambandi við Mouritz Mohr, stjóra í Mest, og biðið um eina viðmerking, men hann tykist onga viðmerking at hava í løtuni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. apríl
Góðan morgun Føroyar
174316
Mánadag 29. apríl
Morgunlestur mánadagur 29. apríl 2024
174289
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju.
174276
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178