Ákæruvaldið í Landsrættin við tveimum dómum um hassj

Ákæruvaldið í Landsrættin við tveimum dómum um hassj
Føroya rættur dømdi annan mannin tvey ár og sjey mánaðir, og hin fekk tvey ár og tríggjar mánaðir í fongsli
Ákæruvaldið fer í Landsrættin við dómunum, sum tveir ungir menn fingu í Føroya rætti fyri hálvthundrað kilo av hassji. (Savnsmynd)
 
29.04.2024 - 09:35

Ákæruvaldið fer í Landsrættin við dómunum, sum tveir ungir menn fingu í Føroya rætti fyri hálvthundrað kilo av hassji.

Annar fekk tvey ár og sjey mánaðir, og hin fekk tvey ár og tríggjar mánaðir.

Fongsulsrevsingin er treytaleys. Teir eru framvegis í varðhaldi.

Og ákæruvaldið ætlar at hava teir har, til Eystari landsrættur kemur til Føroya í august. 

 

Harðskapur, hóttanir og frælsistøka

Triði maðurin, ein litavi, fekk fýra mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap, hóttanir og frælsistøku. Hann var eisini ákærdur, men frídømdur fyri hassjið.

Litavin er sagdur úr Føroyum. Hann hevur ikki loyvi at koma higar í trý ár. Hann er farin av landinum

Maðurin var tikin hálvan august. Hann hevur verið í varðhaldi síðani, so hann hevur sitið meira enn dupult so leingi sum hann er dømdur at sita.

Hansara dómur í Føroya rætti er endaligur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949