Politiið kannar málið um veggjakrutl

Politiið kannar málið um veggjakrutl
Málið verður viðgjørt sum herverk
Málað var við reyðum á øllum fýra síðum á løgtingshúsinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.05.2024 - 08:16

Eingin er tikin ella skuldsettur fyri veggjakrutlið á løgtingshúsinum mánanáttina.

Politiið kannar málið, millum annað, hvørji vakmyndatól eru í grannalagnum hjá løgtinginum.

Málið verður viðgjørt sum herverk.

Málað var við reyðum á øllum fýra síðum á løgtingshúsinum.

Talan var um slagorð til frama fyri Palestina.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV