Kina vísir aftur koronu-ástøði

bannari
Kina vísir aftur koronu-ástøði
Landið vísir aftur, at trý starvsfólk á eini kanningarstovu í Wuhan, longu í november í fjør gjørdust sjúk av koronuvirus, og løgd inn á sjúkrahús
Mynd: AP  
 
26.05.2021 - 07:35

Tað stendur í eini amerikanskari fregnartænastufrágreiðing, sum Wall Street Journal, hevur fingið innlit í. Fólkini vórðu innløgd, langt áðrenn Kina staðfesti, at talan var um eina illa smittandi sjúku, og boðaði Heimsheilsustovninum frá.

Kina hevur ferð eftir ferð víst aftur, at smittan byrjaði á eini kanningarstovu, sum millum annað Donald Trump, forseti, førdi fram, skriva AP og NTB.

Ein talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið sigur amerikansku frágreiðingina vera burturvið. Higartil hevur farsóttin kravt 3,4 milliónir mannalív, men uttan iva eru nógv fleiri deyð.

Gjørdu kanningar í vár

Serfrøðingar frá Heimsheilsustovninum vóru leingi í Kina í vár. Teirra niðurstøða var, at COVID-19 stavar frá flogmúsum, og hevur síðani flutt seg til fólk um vegis okkurt annað kykt, kanska súgdjór.

Sambært stjóranum í WHO, Tedros Adhanon Ghebreysus, høvdu serfrøðingarnir ilt við at fáa nóg neyvar upplýsingar, meðan tey vóru í Kina.

Umboðini fyri tey 14 londini, sum vóru við, heittu staðiliga á kinesisku myndugleikarnar, um at fáa neyðugar upplýsingar, so greiða kann fáast á, hvaðani koronufarsóttin stavar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012