Demokratar vilja hava fleiri hægstarættardómarar

Demokratar vilja hava fleiri hægstarættardómarar
Uppskotið verður neyvan til lóg, tí fleiri demokratar í Senatinum taka ikki undir við tí
Eitt uppskot er á veg í Kongressina um at seta fleiri hægstarættardómarar, men tað verður neyvan samtykt
 
15.04.2021 - 15:34

Demokratar í Kongressini í USA fara at leggja fram uppskot um at seta fleiri hægstarættardómarar.

Tað skrivar The Wall Street Journal, sambært Ritzau.

Blaðið skrivar, at Demokratarnir fara at skjóta upp at seta fýra dómarar aftrat í Hægstarætti, so talið fer úr níggju upp í 13 dómarar.

Seks konservativir dómarar

Seks av teimum níggju dómarunum, sum virka í løtuni, eru tilnevndir av republikanskum forsetum, og teir verða sagdir at vera konservativir. Hinir tríggir eru meira liberalir ella á miðjuni.

Fyrrverandi forsetin, Donald Trump, tilnevndi tríggjar dómarar í Hægstarætti, tá hann sat í Hvítu húsunum.

Seinast innsetti Trump konservativu Amy Coney Barrett, sum avloysti liberalu Ruth Bader Ginsburg, sum doyði í september.

Neyvan samtykt

Tað er tó lítið sannlíkt, at uppskotið verður til lóg.

Demokratarnir hava tepran meiriluta í Senatinum, men fleiri floksumboð hava fyrr sagt, at tey ikki taka undir við at hækka talið á dómarum í Hægstarætti.

Hægstarættardómarar í USA hava ein stóran politisklan leiklut á økjum, sum eitt nú fosturtøku, rættindi hjá LGBT-fólki, deyðarevsing og valdið hjá forsetanum.

Tað var til dømis Hægstirættur, sum í 2015 tók avgerð um, at tað skuldi vera loyvt samkyndum allastaðni í USA at ganga í hjúnalag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012