Norwegian mist 10,8 milliardir

Norwegian mist 10,8 milliardir
Átta av níggju flogførum hjá norska flogfelagnum vóru ikki á flogi í seinasta ársfjórðinginum í 2020
 
26.02.2021 - 09:04

Tað gongur av skriðuni til hjá norska flogfelagnum, Norwegian. Felagið hevur júst kunngjørt eitt tap, sum er næstan 14,9 milliardir norskar krónur, svarandi til 10,83 milliardir danskar.

Felagið hevði 97 prosent færri ferðafólk í seinasta fjórðingsárinum í fjør, í mun til árið fyri. Av teimum 131 flogførunum sum felagið eigur, vóru bara 15 í vinnu.

Endurnýggingarætlan skal bjarga felagnum

Seinastu tríggjar mánaðirnar í fjør var inntøkan hjá Norwegian 670 milliónir krónur, í mun til níggju milliardir krónur árið fyri, skrivar NRK.

Tað stóð nógv á hjá Norwegian í fjør, og millum annað mátti felagið biðja konkursmyndugleikarnar í Írlandi um skáa fyri at verja virksemið har.

Samstundis er felagið farið undir at gera eina endurnýggingarætlan, í eini roynd at bjarga felagnum. Fyrr í hesum mánaðnum kunngjørdi felagið eina ætlan fyri konkursmyndugleikunum í Írlandi, hvussu komast kann víðari.

Felagið skal umskipast

Samstundis verður arbeitt við at umskipa felagið í Noregi. Millum annað ætlar felagið at gevast við at flúgva langar ferðir, og ætlanin er at minka flotan niður í 50 flogfør.

Norska stjórnin hevur sagt seg vera sinnaða at hjálpa, um felagið fær skil á raksturin og partabrøvini fara at hækka aftur. Í mars í fjør fekk felagið fleiri milliardir krónur frá norsku stjórnini, sum fyrst segði nei at hjálpa.

Í frágreiðingini sigur Norwegian, at felagið seinast í mars ella fyrst í apríl fer at biðja partaeigararnar um fleiri pengar. Seinastu tíðina eru partabrøvini kvinkað uppeftir, eftir at tey lækkaðu meir enn 98 prosent í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012