Nú er flogsambandið sum í sjeytiárunum

Nú er flogsambandið sum í sjeytiárunum
Støðan við koronu ger, at í løtuni er bara flogsamband millum Vágar og Keypmannahavn fimm dagar um vikuna
Í løtuni flýgur Atlantsflog bara fimm dagar um vikuna til Keypmannahavnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.01.2021 - 16:20

Flogfør koma og fara nú bara fimm dagar um vikuna í Vágum. Tað er koronastøðan, sum ger, at flogferðslan verður so nógv skerd.

Vit skulu næstan hálvthundrað ár aftur í tíðina, tá ið fráferðirnar og komurnar vóru so fáar. 

Dánjal Poulsen, sum saman við Heina F. Petersen skrivaði "Vága samferðslusøgu," sum kom út í 2013, upplýsir, at tað var fyrst í sjeytiárunum, at fráferðirnar og komurnar vóru so fáar sum í dag.

Síðani hava tær verið títtari.

Og vit kunnu leggja afturat, at í løtuni siglir heldur einki ferðamannaskip millum Føroyar og útlandið.

Ongin flúgving týsdag og leygardag

Í løtuni flýgur Atlantsflog til og úr Keypmannahavn mánadag, mikudag, hósdag, fríggjadag og sunnudag. Flogið verður til Billund mánadag og hósdag. Og mánadag verður flogið til Bergen. 

Sostatt er onki virksemi á flogvøllinum týsdagar og leygardagar í løtuni.

Í februar verður flogferðslan enn minni, tí tá verður eingin flúgving til Billund og Keypmannahavnar hósdagarnar 4., 11. og 18. februar.

Skerda ferðaætlanin er galdandi fyri januar, februar og tað mesta av mars. Sambært bíleggingarskipanini hjá Atlantsflogi verður flogið meira frá mánadagnum 22. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843