Langt millum partarnar - ikki grundarlag fyri semingsuppskoti enn

Langt millum partarnar - ikki grundarlag fyri semingsuppskoti enn
Semingsstovnurin heldur fram við semingsroyndini millum sáttmálapartarnar á privata arbeiðsmarknaðinum
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at langt er millum partarnar.
 
10.05.2024 - 13:01

Fyrrapartin var semingsroyndin millum arbeiðsgevararnar og fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum tikin upp aftur.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at langt er millum partarnar, og enn er ikki grundarlag fyri at leggja semingsuppskot fram.

Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag hava samráðst við arbeiðsgevararnar fyri seg, og Havna arbeiðskvinnufelag hevur samráðst fyri seg.

Nú semingsstovnurin er komin uppí, eru semingsroyndirnar eisini hvør sær.

Hoyr samrøðu við Terja Siguðrsson, semingsmann, í útvarpstíðindunum

 

10052024_Terje_um_seming

 

Fara sáttmálarnir úr gildi, ber til hjá pørtunum at lýsa ein arbeiðssteðg sambært avtaluni um fráboðanarfreist.

Avtalan sigur, at ein møguligur arbeiðssteðgur skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum til á middegi ella á midnátt, og kann ikki fráboðast, fyrr enn sáttmálarnir eru farnir úr gildi, og semingsstovnurin er givin við semingsroyndum sínum.

Ein møguligur arbeiðssteðgur kann soleiðis í fyrsta lagi byrja mánadagin 13. mai á middegi fyri sáttmálaøkið hjá Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283