Varðin byggir 34 íbúðir í Norðragøtu

Varðin byggir 34 íbúðir í Norðragøtu
Bústaðir fóru úr verkætlanini, sum Varðin síðani arbeiddi víðari við. Varðin hevur tó ongar ætlanir um at byggja fleiri bústaðir enn hesir
Dávid Jacobsen, verkætlanarleiðari og nevndarformaður, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu
Mynd: Eysturkommuna  
 
10.05.2024 - 19:35

At Varðin byggir bústaðir í Norðragøtu er fyri at tryggja, at verkætlanin verður veruleiki. Og ætlanin er ikki at byggja fleiri bústaðir. 

Tað sigur Dávid Jacobsen, verkætlanarleiðari hjá Varðanum og nevndarformaður í partafelagnum Eyðabø, sum skal byggja 34 íbúðir í Norðragøtu. 

Býráðið samtykti longu í 2021 at selja jørðina til Eyðabø. Upprunaliga var toymið mannað við Varðanum og Bústøðum. Hetta arbeiðið dró nakað út, og Bústaðir fór síðani úr verkætlanini.

Tó hevur Varðin arbeitt víðari við verkætlanini, og er hon somikið væl ávegis, at avtala nú er undirskrivað millum Eysturkommunu og P/F Eyðabø, ið skal byggja íbúðir upp at eldrasambýlinum í Norðragøtu.

 

Hoyrið innslag her:

Eydabo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297