Skeinkistøð í Havn kunnu hava longur opið

Skeinkistøð í Havn kunnu hava longur opið
Tórshavnar kommuna ætlar, at skeinkistøð kunnu hava opið til klokkan tvey
Skeinkistøðini, sum høvdu opið longur enn til midnátt eftir handbóltsdystin mikukvøldið, høvdu undantaksloyvi. (Savnsmynd)
 
10.05.2024 - 08:29

Enn hava skeinkistøðini bara loyvi til at hava opið til midnátt onnur kvøld enn fríggjakvøld og leygarkvøld.

Men Tórshavnar kommuna hevur eina ætlan um, at tey skulu hava loyvi at hava opið til klokkan tvey.

Hetta er tó ikki komið í gildi enn, sigur politiið.

Tey støð, sum høvdu opið longur enn til midnátt eftir handbóltsdystin mikukvøldið, høvdu undantaksloyvi.

Ætlanin er, at nýggju upplatingartíðirnar skulu vera til 1. september.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297