420 fólk løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið

420 fólk løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið
1. apríl búðu 54.642 fólk í Føroyum, men fólkavøksturin er minkaður
Fólkavøkstur hevur verið í Føroyum í tíggju ár, og í fleiri kommunum setur talið met hvønn mánað. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.05.2024 - 10:52

420 fólk løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið, og 1. apríl búðu 54.642 fólk í Føroyum.

Vøksturin er 0,8 prosent, men tað er minni enn undanfarna 12 mánaða skeið, upplýsir Hagstovan. 

Fólkatalið er vaksið seinasta árið, tí burðaravlopið var 151 fólk, og nettoflytingin var 269.

Burðaravlop og nettoflyting vóru kortini minni enn undanfarna skeið.

 

 

Met í seks kommunum

Fólkavøkstur hevur verið í Føroyum í tíggju ár, og í fleiri kommunum setur talið met hvønn mánað. 1. apríl setti fólkatalið met í seks kommunum. 

 Tórshavnar kommunu, har meir enn helvtin av fólkavøkstrinum hevur verið seinasta árið, nærkast fólkatalið nú 23.300.

Næststørsti vøkstur var í Klaksvíkar kommunu, har fólkatalið fyri fyrstu ferð er farið upp um 5.500.

Triðstørsti vøksturin  var í Runavíkar kommunu, har næstan 4.400 fólk búgva, og Vága kommuna hevði fyri fyrstu ferð fleiri enn 2.200 fólk.

Í Nes kommunu nærkast fólkatalið 1.550, og við framhaldandi støðuga fólkavøkstrinum í Sjóvar kommunu er fólkatalið farið væl upp um 1.200.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297