Lítil upsafiskiskapur í løtuni

Lítil upsafiskiskapur í løtuni
Seks pør eru til fiskarí
Seks trolarapør fiska upsa í løtuni, men fiskiskapurin er smáligur
 
02.11.2020 - 09:21

Trolararnir, sum royna eftir upsa, fáa lítið í løtuni, upplýsir Fiskamarknaðurin.

Seks pør eru til fiskarí. Tveir djúpvatnstrolarar eru vestanfyri, og teir fiska kongafisk.

Trolbátarnir eru allir inni.

Um línuskipini sigur Fiskamarknaðurin, at eitt er á Íslandsrygginum og tvey á landgrunninum. Tey fiska tosk, hýsu, longu og brosmu.

Streymurin batnar

Um útróðurin verður sagt, at streymurin batnar sum vikan gongur, men veðrið verður einki serligt.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku.

Tey, sum fiska svartkalva, hava smáligan fiskiskap. Tað, sum fiskar havtasku, hevur brúkiligan fiskiskap, skrivar Fiskamarknaðurin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098