16 fólk afturhildin eftir spreinging

16 fólk afturhildin eftir spreinging
Fólkini verða hildin aftur meðan málið um spreingina í Beirut verður kannað
Myndugleikarnir hava avhoyrt 18 fólk, sum varðaðu av goymsluni á havnarlagnum í Beirut, har spreingingin var
Mynd: AP  
 
07.08.2020 - 08:18

Libanskir myndugleikar halda 16 fólkum aftur eftir spreingingina í høvuðsstaðnum Beirut týsdagin, skrivar almenna tíðindastovan í Libanon, NNA, sum Reuters endurgevur.

Fadi Akiki, sum er dómari í hernaðardómstólinum í landinum, upplýsir, at myndugleikarnir hava avhoyrt 18 persónar, sum varðaðu av goymsluni á havnarlagnum í Beirut, har spreingingin var.

 >> SÍ EISINI Sí upptøkurnar: So ógvuslig var spreingingin

16 persónar eru hildnir aftur, meðan málið verður kannað, sigur dómarin.Spreingingin á havnarlagnum í libanska høvuðsstaðnum kravdi í minsta lagi 145 mannalív, og 5.000 fólk eru særd.

Libanska stjórnin hevur sagt, at spreingingin hendi, tá eldur kom í 2750 tons av ammonium-nitrati, sum lógu í einum goymlsubygningi.

300.000 fólk heimleys

Í gjár vóru mótmæli í gøtunum í Beirut móti stjórnini, sum verður løgd undir ikki at hava førleika at stýra, tí spreingingin var í miðbýnum í Beirut.

Mótmælisfólkini kyndu eld, sorlaðu handilsrútar og grýttu grót eftir løgregluni. Trygdardeildir svaraðu aftur við táragassi til tess at at spjaða mannamúgvuna.

Ein stórur partur av Beirut er lagdur í oyði, og guvernørurin í býnum sigur, at spreingivanlukkan hevur havt við sær, at 300.000 fólk eru vorðin heimleys. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012