Niðurlond partvísa ábyrgd av Srebrenica

Niðurlond partvísa ábyrgd av Srebrenica
Niðurlendsku hermenninir kundu havt forðað fyri, at 350 muslimskir dreingir og menn endaðu í hondunum á bosniskt-serbisku herdeildunum
Ein maður í kirkjugarðinum í Potocari, nærhendis Srebrenica, í august 2018. Hægstirættur í Niðurlondum hevur nú staðfest, at Niðurlond hava partvíst ábyrgd av fólkadrápinum í Srebrenica
Mynd: AP  
 
19.07.2019 - 13:59

Hægstirættur í Niðurlondum hevur staðfest, at Niðurlond hava partvíst ábyrgd av fólkadrápinum í Srebrenica.

Í 1995 vóru 8.000 muslimskir menn og dreingir myrdir í bosniska statinum, Srebrenica, hóast ST-deildir skuldu verja statin. Meira enn 300 niðurlendskir hermenn vóru har, men fóru frá sín støð. 

Ringasta fólkadráp síðani seinna heimsbardaga

Í 1991 brast borgarakríggj á í fyrrverandi Jugoslavia, eftir at fleiri landspartastýri høvdu lýst seg at vera sjálvstøðug ríki. Kríggið í Bosnia brast á í 1992.

Í juli 1995 vóru 8.000 menn og dreingir myrdir í Srebrenica, hóast hollendskar friðarvarðveitandi herdeildir annars skuldu verja statin.

Hendingin í Srebrenica í 90-unum verður lýst, sum ringasta fólkadráp í Evropa síðani seinna heimsbardaga og Holocaust.

Hægstirættur staðfest ábyrgdina

Í 2017 viðgekk niðurlendski staturin seg lutvíst at hava ábyrgd av hendingunum, skrivar De Telegraaf. Nú hevur Hægstirættur í Niðurlondum staðfest tað, sambært Reuters. 

Dómstólurin skrivar í frágreiðing, at niðurlendsku hermenninir kundu havt forðað fyri, at 350 muslimskir menn endaðu í hondunum á bosniskt-serbisku herdeildunum. 

Borgarakríggið í Bosnia árini frá 1992 til 1995 kravdi umleið 100.000 mannalív, og 2,2 milliónir fólk flýddu undan krígnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012