Stutt viðførisverkfall

Stutt viðførisverkfall
Seinkingar vóru á flogvøllinum í Keypmannahavn í morgun, eftir at starvsfólk hjá SAS Ground Handling klokkan 6.30, føroyska tíð, niðurløgdu arbeiðið.
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
27.04.2024 - 09:38

Hetta eru tey, sum hava til uppgávu at fáa viðførið hjá ferðafólkum umborð á og úr aftur flogførunum, skriva danskir miðlar í morgun.

Arbeiðssteðgurin førdi til seinkingar í millum 20 og 60 minuttir, men um níggjutíðina helt arbeiðssteðgurin uppat, og nú gongur flogferðslan til og úr Keypmannahavn aftur sum vanligt.

Tað er ikki vist, hvat orsøkin var til arbeiðssteðgin, skriva DR og TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537