Norskir næmingar skulu lesa prentaðar bøkur

Norskir næmingar skulu lesa prentaðar bøkur
300 milliónir krónur verða játtaðar til skúlatilfar á pappíri. Kanningar vísa, at næmingar læra meir við at lesa veruligar bøkur enn talgilt tilfar
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, sigur, at skíggjar og ov fáar bøkur hava ikki verið gott fyri lesihugin.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
08.05.2024 - 16:20

Norska stjórnin fer at játta 300 milliónir norskar krónur til skúlatilfar á pappíri.

Forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigur sambært NRK, at pengarnir eru beinleiðis markaðir til prentaðar bøkur.

Kenslumálaráðharrin, Kari Nessa Nordtun, sigur, at kanningar vísa, at næmingar læra meir við at lesa veruligar, fysiskar bøkur enn við at lesa talgilt tilfar.

Stjórnin fer nú at gera nakað fyri at fáa ungar norðmenn at lesa meira.

 

(Savnsmynd)

 

Skíggjar ikki góðir fyri lesihugin

"Ov nógvir iPad, skíggjar og ov fáar bøkur hava ikki verið gott fyri lesihugin," sigur Jonas Gahr Støre.

Ein kanning, sum Akademika gjørdi í fjør, vísti, at nógv teir flestu norsku skúlanæmingarnir læra best við at lesa á pappíri. Meir enn 80 prosent søgdu seg læra best, tá ið meginparturin var pappírspensum, ella um pensum var býtt helvt um helvt millum pappír og talgilt.

Minni enn eitt prosent søgdu seg læra best við bara at hava talgilt pensum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216