Ísland sleppur ikki víðari í Eurovision

Ísland sleppur ikki víðari í Eurovision
Finalan í sangkappingini verður leygarkvøldið
Hera Bjørk, sum umboðaði Ísland í Eurovision, sleppur ikki víðari til finaluna.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
08.05.2024 - 10:27

Tað eydnaðist ikki Íslandi og Heru Bjørk at koma víðari í fyrru hálvfinaluni í Eurovision-sangkappingini, sum var í Malmø í gjárkvøldið. 

Av teimum 15 londunum, sum sungu í gjárkvøldið, sluppu 10 víðari til finaluna, sum verður leygarkvøldið. 

Tey eru Serbia, Portugal, Slovenia, Ukraina, Litava, Finnland, Kýpros, Kroatia, Írland og Luksemburg.

Londini, sum ikki komu víðari eftir atkvøðugreiðsluna, eru Pólland, Ísland, Moldova, Azerbadjan og Avstralia.

Seinna hálvfinalan verður hóskvøldið, og finalan verður leygarkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV