Venjarin: Vit spæla nærum uttan mistøk

Venjarin: Vit spæla nærum uttan mistøk
- Vit spæla næstan upp til okkara allarbesta, segði Peter Bredsdorff-Larsen, og rósti serliga tí føroyska verjuspælinum, sum hepnaðist til fulnar í sigrinum á Norðurmakedónia
08.05.2024 - 21:31

Føroyar spældu mestsum lýtaleyst í sannførandi 34-27 sigrinum á Norðurmakedónia mikukvøldið. 

Tað helt landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, sum serliga rósti verjuspælinum, sum hepnaðist til fulnar.

 - Verjuspælið var framúr gott, bæði seks ímóti seks og seks ímóti sjey, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

 - Eg eri sera væl nøgdur við intensitetin, kroppsligu styrkina og ansni, tí fleiri av spælarunum ikki hava spælt dyst í tveir mánaðir. Tað sást ikki aftur, og tað var flott.

 

Savna seg um egnar uppgávur

Landsliðsvenjarin fegnaðist um útgangsstøðið, sum Føroyar nú hava undan seinna dystinum í Skopje, men minti á, at Norðurmakedónarar hava ein ótrúligan heimavøll.

Lykilin til HM-plássið er, at spælararnir hvør sær savna seg um sínar uppgávur og gloyma tað, sum hendir uttan fyri vøllin.

 - Tað duga spælararnir væl - tað riggaði væl í EM-endaspælinum at gloyma kringumstøðurnar, og tað vóru eisini stórar vónir til okkara í dag.

Seinni dysturin verður sunnudagin í Skopje.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216