Friðarsamráðingar í Kairo

Friðarsamráðingar í Kairo
Friðarsamráðingar millum Hamas og Ísrael halda fram í dag
Loftálop á Gaza.
Mynd: Ritzau/Scanpix.  
 
05.05.2024 - 14:22

Semingsfólk úr Egyptalandi og Katar standa fyri friðarsamráðingum millum sendinevndir hjá Hamas og Ísrael. Enn røkist tó ikki fyri friði.

- Ein sendinevnd hjá Hamas kom til Kairo við tí endamáli at fáa frið, men ikki fyri einhvønn prís, segði eitt palestinskt talsfólk við Reuters í morgun.

Ein av størstu snávingarsteinunum er, hvørt avtalan millum partarnar skal vera fyribils ella varandi. Ísraelska sendinevndin krevur, at fleiri av 130 gíslunum, sum Hamas tók í álopinum 7. oktober, verða latnir leysir. 

Hamas krevur millum annað eina varandi vápnahvíld, og at Ísrael tekur allar hermenn sínar úr Gazageiranum.

Benjamin Netanyahu, ísraelski forsætisráðharrin, sigur við The Guardian í dag, at Ísrael ikki fer at ganga krøvunum hjá Hamas á møti.

- Um eg steðgi krígnum í Gaza fyri at fáa gíslarnar leyslatnar, verður Hamas verandi við valdinum, og tað hóttir trygdina hjá Ísrael, sigur Benjamin Netanyahu.

Sambært The Guardian eru fleiri enn 34.000 palestinar dripnir og fleiri enn 78.000 særdir av ísraelskum álopum í Gazageiranum síðani 7. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216