Bústaðir: Ymisk húsaleiga fyri sama slag av íbúð

Bústaðir: Ymisk húsaleiga fyri sama slag av íbúð
Landsgrannskoðanin sigur, at leigukostnaðurin hjá Bústøðum kann ikki metast at vera samhaldsfastur
Leiguprísurin hjá Bústøðum er ymiskur, hóast íbúðirnar eru sama slag. (Savnsmynd)
 
08.05.2024 - 17:00

Leigarar hjá Bústøðum, sum búgva dyr um dyr, kunnu rinda rættiliga ymiska húsaleigu fyri sama slag av íbúð. 

Tað staðfestir landsgrannskoðanin, sum hevur kannað leigukostnaðin hjá Bústøðum. 

Niðurstøðan er, at leigukostnaðurin hjá Bústøðum kann ikki metast at vera samhaldsfastur. 

Tveir leigarar hjá Bústøðum, sum búgva dyr um dyr og hava sama slag av íbúð, kunnu rinda rættiliga ymiska húsaleigu. Meðan ein rindar gott 4.500 krónur um mánaðin, kann ein annar gjalda 5.900 krónur fyri líknandi íbúð. Fyri størri íbúðir kann munurin sveiggja millum knapt 6.500 krónur og 9.200 krónur.

Tað vísir Landsgrannskoðanin á í frágreiðing til løgtingsgrannskoðararnar. Landsgrannskoðanin hevur m.a. kannað, hvussu Bústaðir verða brúktir sum bústaðarpolitiskt amboð, og um talan er um eina samhaldsfasta loysn.

 

Skipanin er gjøgnumskygd, og størsti parturin av leigukostnaðinum er beinleiðis útreiðslur, sum standast av antin bygging, fígging ella rakstri.

                  Landsgrannskoðanin um Bústaðir

 

Kostgrundaður leiguprísur

Landsgrannskoðanin heftir seg við, at leiguprísirnir kunnu vera rættiliga ymiskir. Hetta kann tykjast órættvíst, men tað er ein avleiðing av kostnaðargrundaðum leiguprísi, sigur Landsgrannskoðanin. 

"Við at Bústaðir brúka kostnaðargrundaða húsaleigu, rinda leigarar tað, sum leigubústaðirnir veruliga kosta at byggja, fíggja og reka. Skipanin er gjøgnumskygd, og størsti parturin av leigukostnaðinum er beinleiðis útreiðslur, sum standast av antin bygging, fígging ella rakstri. Hækkar prísurin á byggitilfari, hækkar byggikostnaðurin samsvarandi, og sama er við fíggingarkostnaðinum, tá ið rentan hækkar.", sigur Landsgrannskoðanin í frágreiðingini. 

 

Bágin við kostnaðargrundaðari húsaleigu er, at leigan fyri nýggjastu íbúðirnar er dýrari enn leigan fyri eldru íbúðirnar, hóast stødd og góðska eru eins, og íbúðirnar eru av sama slag.

                  Landsgrannskoðanin um Bústaðir

 

Landið hevur valt, at tað skal vera so. Í Bústaðapolitikkinum stendur, at húsaleigan, sum Bústaðir áseta, skal vera kostnaðargrundað. Bústaðir grunda húsaleiguna á lánsafturgjald, rakstrarútreiðslur og grunsgjald, og av hesum er byggikostnaðurin tann størsti parturin.

Landsgrannskoðanin sigur, at bágin við kostnaðargrundaðari húsaleigu er, at leigan fyri nýggjastu íbúðirnar er dýrari enn leigan fyri eldru íbúðirnar, hóast stødd og góðska eru eins, og íbúðirnar eru av sama slag. Skipanin er ikki samhaldsføst, men tað ber tó dám av samhaldsfesti, at partur av eginognini hjá Bústøðum verður brúktur til at lækka húsaleiguna, sigur Landsgrannskoðanin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216