Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Svínáum
18-09-2013
Í hesari sendingini vitjar Tórður Mikkelsen í lítlu bygdina Svínáir, sum er við Sundalagið eysturoyarmegin

34 fólk búgva í Svínáum í dag, men eingin av teimum er eftirkomari hjá niðursetufólkunum. Øll eru tilflytarar, men tey trívast væl í hesi lítlu bygdini í Eiðis Kommunu.

Í sendingini greiðir Jóan Jacob Højsted, sum vaks upp í Svínáum, frá bygdini saman við Regini Ellingsgaard, sum hevur búð her síðani miðskeiðis í sjeytiárunum.

Vitjað verður eisini á alistøðini, har fýra mans arbeiða, á klippistovuni í bygdini og hjá einum hjúnum úr Klaksvík, sum hava gjørt nógv burtur úr urtagarðinum og økinum uttan um húsini. Granni hjá teimum er filisoffurin Jógvan Hansen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Í hesum seinna partinum av túrinum á Glasi vitja vit m.a. serbreytina, búskaparbreytina og yrkisnám. Áskoðanirnar um spennandi bygningin eru ymiskar
03-02-2020
Tað er ein spennandi uppliving at ganga runt á nýggja skúlanum Glasi í Havn, har tilsamans 1.700 fólk hava sína dagligu gongd
27-01-2020
Vakra og søguliga bygdin Mikladalur hevur verið fyri stórari broyting, bæði so og so. Nú er tað serliga kópakonan, ið dregur fólk higar
20-01-2020
Sjóndepilin við Íslandsvegin í Havn hevur stóran týdning fyri tey blindu og sjónveiku í Føroyum. Har er bæði ráðgeving, dagtilhald og verkstaður
25-11-2019
Býlingurin Uppi í Húsi í Miðvági er ein av teimum gomlu býlingunum í Miðvági. Vit hitta bæði fólk, ið eru uppvaksin her, og tilflytarar
18-11-2019
Føroyingar í Odense eru samdir um, at býurin er væl egnaður fyri føroyingar at búgva í. Tí harmast tey um, at so fáir føroyingar á ferð steðga á her
11-11-2019
Kardumummubýurin er ein øðrvísi býlingur mitt í Havn, hóast hann er fjaldur. Øll húsini eru reyð við hvítum vindeygum og eyðkendum reyðum rimagarði
04-11-2019
Ein leygardag um árið er stóra átakið "Rudda Føroyar" á skránni og nógv hundrað fólk eru í gond kring landið á øðrum støðum enn onnur átøk røkka
28-10-2019
Morskranes er ein lítil niðursetubygd frá 1800-talinum, sum tey flestu bara koyra ígjøgnum. Kortini er tað áhugavert at steðga á og hoyra um bygdina
21-10-2019
Óvanliga nógva regnið síðani mikkjalsmessu hevur gjørt, at nógvir hava bíðað eftir fjallveðri. Misjavnt er hvussu latið verður at skurðinum
14-10-2019
Tað er ein heilt serligur dagur í Trøðum á Sandi, tá Eplafestivalurin er á skránni. Tá koma fólk í hópatali at vitja og uppliva heystið
07-10-2019
Síðani 2013 hava vestmenningar í Havn samlast hvønn hósdag í Norðurlandahúsinum, har nógv evni úr heimbygdini verða viðgjørd
20-05-2019