Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Kardumummubýnum í Havn
04-11-2019
Kardumummubýurin er ein øðrvísi býlingur mitt í Havn, hóast hann er fjaldur. Øll húsini eru reyð við hvítum vindeygum og eyðkendum reyðum rimagarði

Millum manna fekk hesin býlingurin úti í Grønlandi heitið Kardumummubýurin, tí júst um tað mundið býlingurin kom upp, var hoyrispælið "Fólk og dólgar í Kardamummubýnum", sum Eyðun Johannesen leikstjórnaði, sent í Útvarpinum. Danberg & Joensen, sum stykkjaði út og bygdi, gjørdi av at øll húsini skuldu vera reyð við hvítum vindeygum og grønari tekju. Soleiðis er tað framvegis.

 

Jógvan Amonsson, sum nú eigur barnaheimið, sigur at tað er so veðurgott í Kardumummubýnum, at tað einasta sum hendi tá ódnin var í 1988 var, at skrellistativið koppaði. Tey flestu fluttu inn fyrrapartin í sekstiárunum, og tá vóru øll stykkini planerað og klárt var at gera urtagarð. Ovara hæddin var fullkomiliga liðug. Har vóru trý kømur, køkur og stova. Seinni hava nógv innrættað kjallaran. 

 

Í býlinginum er ein hárfríðkanarstova, Meraki. Vivian Unadóttir sigur, at fyri seg er tað praktist at hava arbeiðsplássið í kjallaranum, tí hon eigur trý børn. Hon sigur, at nógv havnarfólk vita ikki hvar Kardumummubýrurin er og tey eru bilsin tá tey koma higar. Og børn samanbera ofta býlingin við Lønneberg, har Emil býr, tí her eru húsini eisini reyð við reyðum trægarði og hvítum vindeygum.

 

Eigil Lyngsø, sum var kendur barberur í býnum, býr eisini í Kardumummubýnum. Tey fyrstu árini arbeiddi hann undir Sjómansheiminum í Vágsbotni og síðani hevði hann í mong ár klippistovu undir Hafnia. Hann sigur, at tað var áhugavert tá menn komu til Havnar við gomlu postbátunum. Tá komu teir at klippa sær og hann frætti nógv tíðindi úr bygdunum.

 

94 ára gamli Heri Mohr hevur búð í Kardumummubýnum síðani 1964 og her býr hann framvegis. Hann sigur, at her hevur verið eitt livandi og gevandi grannalag. Nú býr Heri í kjallaranum hjá dóttrini Maluni, sum saman við manninum Jógvan Dahl hevur keypt barnaheimið.

 

Malan Mohr sigur, at tað var trygt og gott at vera barn í Kardumummubýnum, tá hon vaks upp her. Allar mammurnar vóru heima og børnini spældu í býlinginum frá morgni til myrkurs. Nevndin, sum skipaði fyri spølunum hjá børnunum, hevði navnið KMB og tey skrivaðu gerðabók, sum framvegis er til.

 

Húsini hjá skemtaranum Jákupi Veyhe eru við Torfinsgøtu, men eru samstundis portrið inn til Kardumummubýin. Jákup sigur okkum søgur um abban, sum hevði sama navn og átti húsini. Hann var kemiskur sevilverkfrøðingur og gjørdi nógvar áhugaverdar royndir. Í kjallaranum her verður søgan um Mórugøtu í Barnaútvarpinum skapt.

 

Jóna Hvannastein og familjan eru nýggjastu íbúgvarnir í Kardumummubýnum. Hon heldur at tað er deiligt, at tað er so friðaligt, hóast tað er stutt oman í býin tá tiltøk eru í miðbýnum. Tað er eisini stutt til vøggustovu, barnagarð og skúla. Beint nú er Jóna í barnsburðarfarloyvi, Hon hevur eina dóttir sum er fimm vikur. Hinar báðar genturnar eru 3 og 7 ár.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Ein gonguruta úr Skálavík niðan í Skálhøvda er nú stungin út. Hetta er ein lættur túrur og uppi í Skálhøvda er sera gott útsýni. Røktingarmaðurin Tróndur av Trøð greiðir frá
13-05-2024
Tær eru tríggjar systrar úr Húsavík, sum eru føddar sama dag ymisk ár, summarmáladag. Og húsfrúgvin, sum var óvanliga rík og livdi um ár 1400, hevur eisini gjørt bygdina kenda
06-05-2024
Húsavík er millum elstu bygdir í landinum. Her eru nógvar søgur og sagnir og her eru fleiri gomul hús varðveitt enn nógva aðra staðni í landinum
29-04-2024
Í dag er túrurin í býlinginum á Sevmýri, har nógvar søguligar uppgerðir hava verið í fótbólti, men her henda stórar broytingar júst nú. Og vit hitta fleiri fólk, ið búgva her
15-04-2024
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024