Vágskálin

Vágskálin: Ein tendensiøs hetjusøga um fyrimynd høvundans
21-02-2024
Ævisøgan hjá Virgari Dalsgaard um Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmann og formann í Javnaðarflokkinum, er til viðgerðar

Petur Mohr Dam varð føddur í 1898 og var við til at stovna Føroya Javnaðarflokk í 1925. Saman við Maurentiusi Viðstein varð hann valdur á ting í 1928.

Í 1936 gjørdist Petur Mohr Dam formaður í flokkinum, og hann var formaður, til hann doyði í 1968. Løgmaður var hann frá 1959 til 1963 og aftur frá 1967 til 1968.

Virgar Dalsgaard kallar Petur Mohr Dam Føroya fremsta sosiala arkitekt og er hugtikin av bæði manninum og politikaranum.

Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, heldur bókina vera ov selektiva og tendensiøsa, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, sigur, at høvundurin hevur skrivað eina hetjusøgu um Petur Mohr Dam.

Bókin er undirhaldandi, tí Virgar Dalsgaard hevur sjáldsaman penn og er bæði satiriskur og karikerandi, heldur Sámal. 

Hans Andrias heldur, at fyrsti parturin um barna- og ungdómsárini hjá Peturi Mohr Dam er tann besti.

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
Vit umrøða hesaferð árliga Geyta-tiltakið og spyrja, nær føroyskur filmur fær sítt gjøgnumbrot uttanlands
14-02-2024
Skaldsøgan "Millumskúlaár" eftir Høgna Debes Joensen er viðgerðar hesaferð
06-02-2024
Lesivanar og lesiførleikar hjá børnum og ungum eru til umrøðu hesaferð
30-01-2024
Krimiskaldsøgan "Hvíldarheimið" eftir Jógvan isaksen verður løgd á vágskálina hesaferð
24-01-2024
Krimiskaldsøgan "Lygn" eftir Eyðun Klakstein verður løgd á vágskálina hesaferð
16-01-2024
Skaldsøgan "Vilstar røtur" eftir Ingun Christensen verður løgd á vágskálina hesaferð
08-01-2024
Ársins fyrsta dag eftirmeta vit bókaárið 2023. Sanna Klein umrøður seks skaldsøgur og fleiri yrkingasøvn
02-01-2024
Ungdómsskaldsøgurnar "Flytifuglar" eftir Elina á Rógvu og "Toran gongur" eftir Rakel Helmsdal verða lagdar á vágskálina hesaferð
20-12-2023
Á vágskálina hesaferð verða løgd yrkingasøvnini "Ást" eftir Helga Rasmussen og "Svørt orkidé" eftir Vónbjørt Vang
13-12-2023
Mentanartíðarritini Varðin og Vencil og Føroyska Bókmentasøga 2 eru á vágskálini hesaferð
06-12-2023
Á vágskálina hesaferð verður løgd skaldsøgan "Sára Malena - seinasta gandakellingin í Føroyum" eftir Sólrun Michelsen
29-11-2023
Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum og aðrastaðni í Havn um vikuskiftið.
22-11-2023