Vágskálin

Vágskálin: Dagbókakend og endurminnandi skaldsøga
06-02-2024
Skaldsøgan "Millumskúlaár" eftir Høgna Debes Joensen er viðgerðar hesaferð

Søgan snýr seg um tann 13-14 ára gamla Terja, sum veksur upp í Havn í fimmtiárunum.

Familjan er væl fyri, men sambandið millum mammuna og pápan er ikki bara gott. 

Terji ferðast nógv út á bygd at vitja skyldfólk, og at vera í báti dámar honum einabest.

Í skúlanum stendur hann seg væl, men har er mangan spenningur í luftini.

Viðhvørt happa lærarar næmingarnar, og viðhvørt fáa næmingarnir øði í lærararnar.

Sanna Klein og Sámal Soll ummæla "Millumskúlaár". 

Tey halda, at høvundurin kundi gjørt meira burtur úr teimum óunniligu viðurskiftunum, hann umrøður. Tað hevði gjørt søguna meira spennandi.

Bókin er kortini upplýsandi, hevur góðar náttúrulýsingar og lýsir væl eina farna tíð í Føroyum.

Páll Danielsen lesur brot úr bókini.

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
Vit umrøða hesaferð árliga Geyta-tiltakið og spyrja, nær føroyskur filmur fær sítt gjøgnumbrot uttanlands
14-02-2024
Skaldsøgan "Millumskúlaár" eftir Høgna Debes Joensen er viðgerðar hesaferð
06-02-2024
Lesivanar og lesiførleikar hjá børnum og ungum eru til umrøðu hesaferð
30-01-2024
Krimiskaldsøgan "Hvíldarheimið" eftir Jógvan isaksen verður løgd á vágskálina hesaferð
24-01-2024
Krimiskaldsøgan "Lygn" eftir Eyðun Klakstein verður løgd á vágskálina hesaferð
16-01-2024
Skaldsøgan "Vilstar røtur" eftir Ingun Christensen verður løgd á vágskálina hesaferð
08-01-2024
Ársins fyrsta dag eftirmeta vit bókaárið 2023. Sanna Klein umrøður seks skaldsøgur og fleiri yrkingasøvn
02-01-2024
Ungdómsskaldsøgurnar "Flytifuglar" eftir Elina á Rógvu og "Toran gongur" eftir Rakel Helmsdal verða lagdar á vágskálina hesaferð
20-12-2023
Á vágskálina hesaferð verða løgd yrkingasøvnini "Ást" eftir Helga Rasmussen og "Svørt orkidé" eftir Vónbjørt Vang
13-12-2023
Mentanartíðarritini Varðin og Vencil og Føroyska Bókmentasøga 2 eru á vágskálini hesaferð
06-12-2023
Á vágskálina hesaferð verður løgd skaldsøgan "Sára Malena - seinasta gandakellingin í Føroyum" eftir Sólrun Michelsen
29-11-2023
Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum og aðrastaðni í Havn um vikuskiftið.
22-11-2023