14 dagar aftrat í varðhaldi

14 dagar aftrat í varðhaldi
Tvey fólk eru skuldsett fyri harðskap móti einum tríggjar mánaða gomlum barni
Málið er viðgjørt fyri dupultum afturlatnum hurðum í Føroya rætti, so lítið og einki fæst at vita um tað. (Savnsmynd)
 
04.01.2024 - 14:27

Tvey fólk, sum eru skuldsett fyri harðskap móti einum barni, skulu vera í varðhaldi í 14 dagar aftrat, avgjørdi Føroya rættur í gjár.

Ákæruvaldið bað annars um fýra vikur.

Annað av teimum skuldsettu bað um tíð at umhugsa, um úrskurðurin skal roynast í Landsrættinum.

Fólkini eru skuldsett fyri harðskap móti einum tríggjar mánaða gomlum barni.

Tað var í oktober í fjør.

Tey eru skuldsett eftir grein 246 í revsilógini, sum er um grovasta harðskapin.

Málið er viðgjørt fyri dupultum afturlatnum hurðum í Føroya rætti, so lítið og einki fæst at vita um tað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537