Landið skal játta 200 milliónir til tjóðleikhús

Landið skal játta 200 milliónir til tjóðleikhús
Tveir triðingar av kostnaðinum skulu vera uttanhýsis fígging. Tjóðleikhúsið verður mett at kosta 600 milliónir kr.
MAP Arkitektar vunnu kappingina um tjóðleikhúsið, sum verður mett at kosta 600 milliónir kr.
 
22.09.2023 - 08:11

Uttanhýsis fíggingin til tjóðleikhúsið skal vera tveir triðingar av tí, sum húsið nú er mett kosta.

Metingin nú er 600 mió. kr.

Uttanhýsis fíggingin skal vera 400 milliónir, og landið skal lata 200 milliónir.

Hetta sæst í uppskoti, sum Almanna- og Mentamálaráðið hevur sent til hoyringar.

Ráðið biður um, at landið bindur seg til í mesta lagi 200 mió. kr., tá tjóðleikhúsið verður bygt.Og ráðið biður eisini um heimild til at útvega uttanhýsis fígging.

Lógin skal sambært uppskotinum vera galdandi til 31.desember 2032.

 

Gamalt mál

Málið um tjóðleikhús er ikki nýtt. 

Í fíggjarlógini í 2011 vóru fimm mió.kr. til at fyrireika og fara undir at byggja tjóðleikhús. Og í fíggjarlógini fyri 2023 eru fýra milliónir til hetta arbeiði.

Eftir ætlan verða sjey mió.kr. settar av í 2024 og 10 mió.kr. í 2025. 

Bygginevnd var sett í september 2013. Hon var liðug við uppskot um byggiskrá við árslok 2017.

Uppskotið var dagført í 2018 og í 2021.

 

Ætlanin er, at tjóðleikhúsið skal byggjast, har farstøðin á Eystaru bryggju í Havn er. 

 

MAP Arkitektar vunnu

Í fjør vunnu MAP Arkitektar arkitektakappingina um tjóðleikhúsið.

Næsta stigið er at fáa semju við Tórshavnar kommunu um lendið og økið uttanum.

Sambært uppskotinum byrjar byggingin í 2026. Og húsið verður liðugt í 2031.

Eisini skal havast í huga, at tjóðleikhúsið fer at krevja pengar frá landinum til økt leiklistavirksemi, rakstur og viðlíkahald, stendur eisini í uppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098