Stígur í málinum um Hoydalar ávirkar ikki kampus á Frælsinum

Stígur í málinum um Hoydalar ávirkar ikki kampus á Frælsinum
Heðin Mortensen, borgarstjóri sigur, hann hevur gjørt avtalu við landsstýrið, og roknar við, at landsstýrið hevur skil í sínum viðurskiftum
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
 
21.06.2023 - 18:01

- Tað fer ikki at ávirka ætlanirnar hjá landsstýrinum um kampus á Frælsinum, um stígur skuldi komið í málið um Hoydalar. 

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, nú tað er komið fram, Djóni Nólsøe Joensen, landsstýrismaður, eftir øllum at døma ikki varðar av matrikli nr.18 í Hoydølum - tað er lendið, sum barakkin stendir á. 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið varðar av økinum, sum gamli studentarskúlin liggur á. Men økið við síðuna av, sum nú skal gerast partur av matriklinum hjá studentaskúlanum og hava somu byggisamtykt, hevur vanliga hoyrt til Innlendissmálaráðið, og tað var í 2012 lagt til Umhvørvisstovuna at varða av og hava ræðisrætt á.

 

 

Alment innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í samskiftið millum kommununa og mentamálaráðið - í dag Barna- og útbúgvingarmálaráðið - vísir, at Umhvørvisstovan í oktober 2022 gjørdi vart við hetta í mentamálaráðnum, eins og tey gera vart vð, at ætlaninar eru í stríð við frílendisætlanina fyri økið. 

Innlitið vísir somuleiðis, at ein fulltrúi í mentamálaráðnum gjørdi fyrisitingina í kommununi varuga við hetta.

Heðin Mortensen sigur, at hann hevur gjørt eina avtalu við landsstýrið, og hann gongur útfrá, at tey hava "ordan í sínum viðurskiftum innanhýsis," sum hann tekur til.

Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen í útvarpstíðindunum:

 

21062023_Hedin_Mortensen

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444