850.000 kr. til verkætlanir at menna landbúnaðin

850.000 kr. til verkætlanir at menna landbúnaðin
Freistin at søkja stuðul er longd til 15. mai
Búnaðarstovan skal tryggja, at úrslitini gerast atkomulig hjá almenninginum og tøk hjá øðrum at brúka.
 
06.05.2024 - 13:52

Umsóknarfreistin til stuðul til menning og vøkstur á landbúnaðarøkinum í ár er longd til 15. mai. 

Á fíggjarlógini eru 850.000 krónur játtaðar til verkætlanir, sum kunnu skapa størri vitan, menning og vøkstur á landbúnaðarøkinum.

Í reglugerðini fyri játtanini stendur m.a., at verkætlanirnar, sum fáa stuðul úr nýggju játtanini til framburð og menning á landbúnaðarøkinum, skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuna.

Búnaðarstovan skal tryggja, at úrslitini gerast atkomulig hjá almenninginum og tøk hjá øðrum at brúka. Játtanin kann eitt nú verða nýtt til kanningar, skjalfesting og til praktiskar royndir.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið umsitur játtanina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216