Vestmenningar fáa nýggjan Vesturbúgva

Vestmenningar fáa nýggjan Vesturbúgva
Skipað verður fyri móttøku, tá skipið kemur á Vestmanna í kvøld
Nýggi Vesturbúgvin er upprunaliga nótaskip. Hann er keyptur úr Noregi fyri 54 mió. kr.
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
06.05.2024 - 17:30

Í dag fáa vestmenningar nýggjan Vesturbúgva.

"Smápartafelagið 2/11-1998" eigur Vesturbúgvan, sum eru keyptur úr Noregi. Hann er bygdur í 2011 og er 43 metrar langur og 12 metrar breiður.

Vesturbúgvin æt Krossøy og er upprunaliga uppsjóvarskip.

Skipið er keypt fyri 54 milliónir kr. 

Dánjal í Skaalum er ein av eigarunum í "Smápartafelagnum frá 2/11-1998":

 

06052023_Vesturbugvin_1

 

Reiðaríið í Vestmanna eigur framvegis gamla Vesturbúgvan, sum partrolaði við Eysturbúgvan, áðrenn hann sakk. 

 

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin vóru partrolarar, men eftir at Eysturbúgvin sakk á vári 2022, keypti reiðaríið, sum átti Eysturbúgvan, annað skip fyri Eysturbúgvan.

Møguleikar eru hjá nýggja Vesturbúgvanum at partrola við tann gamla, sum reiðaríið framvegis eigur:

 

06052024_Vesturbugvin_2

 

Smápartafelagið eigur eisini Skálafoss, helmingin av Fiskivarða og ein fjórðing av Vestmanna Fiskavirki og Vestmenningi. 

Í samband við, at Vesturbúgvin kemur á Vestmanna í kvøld, skipar kommunan fyri móttøku á bryggjuni klokkan 18.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216