Íslendsk skip missa fiskiloyvi fyri útblaking

Íslendsk skip missa fiskiloyvi fyri útblaking
Fiskiveiðueftirlitið í Íslandi brúkar dronur at kanna útblaking
Tey, sum missa loyvið longst, missa tað í átta vikur. Øll útblaking, sama hvussu lítil hon er, telur við. (Savnsmynd: Morgunblaðið)
 
26.05.2023 - 11:31

Higartil í ár hava seks skip og bátar í Íslandi mist loyvið at fiska, tí tey og teir blakaðu fisk út.

Hetta eru líka nógv sum alt árið 2022.

Fiskiveiðueftirlitið í Íslandi brúkar dronur at kanna útblaking.

Tey, sum missa loyvið longst, missa tað í átta vikur. Øll útblaking, sama hvussu lítil hon er, telur við.

Ein bátur misti loyvið í eina viku, tí hann blakaði 44 fiskar fyri borð.

Ein annar blakaði 75 fiskar út. Hann misti loyvið at fiska í tvær vikur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098