Nýggja ættarliðið skal mennast

Nýggja ættarliðið skal mennast
Nýtt ættarlið myndar føroyska svimjing. Tað er greitt eftir fyrstu kappingina í ár. Nú hurðarnar til útheimin aftur eru opnar, ræður um at menna ungu svimjararnar, sigur SSF
13.09.2021 - 20:21

Svimjararnir eru yngri, enn teir vóru fyri nøkrum árum síðan.

Tað sigur formaðurin í Svimjisambandi Føroya, eftir at fyrsta kappingin í kappingarárinum er farin framvið.

Hetta merkir eisini, at úrslitini eru ikki eins góð.

 - Vit hava mist nógvar av teimu svimjarunum, sum vóru vaksnir, sigur Rókur í Jákupsstovu.

Hinvegin eru dyrnar til útheimin aftur opnar, og til ber at svimja í altjóða kappingum sum NM, EM og HM.

Føroyar fara at senda svimjarar til hesar ymsu kappingarnar - tí stuðul verður latin av altjóða svimjisambandinum, fyri at vísa flaggið og fyri at menna ungu svimjararnar, sum nú eru í brennideplinum.

 - Í fjør var eingin norðurlendsk meistarastevna, hon verður í desember. Í fjør var einki HM á stuttgeil, tað verður í desember, og næsta ár verða so nógvar kappingar, sigur formaðurin í svimjisambandinum.

Hann vónar, at onkur av svimjarunum fara at gera vart við seg, men viðgongur, at 2022 helst skal síggjast sum eitt uppbyggingarár.

 - Og aftaná tað eru vit vónandi har, sum vit ætla okkum at vera, sigur Rókur í Jákupsstovu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012