- Tíðindi, mentan og ítróttur
30 nýggj grundstykki á Sandi
Arbeiðið at gera 30 grundstykki byggibúgvin í Skarðsbøi á Sandi er nú liðugt, og somuleiðis grundstykki til nýggja barnagarðin við tilhoyrandi parkeringsplássi.
Tað veit heimasíðan hjá Sands kommunu at siga frá J&K Petersen, sum hevur gjørt arbeiðið.
Stórur áhugi er fyri at fáa grundstykki á Sandi, og fyri nøkrum mánaðum síðani stóðu 67 fólk á bíðilista at fáa stykki.
Umframt tey 30 grundstykkini, ið nú eru gjørd byggibúgvin, hevur Sands kommuna ognað sær eitt stykki í Sandabrekkuni, ið somuleiðis skal brúkast til bústaðir.
Nú kann so eisini farast undir at byggja nýggja barnagarðin, sum verður tvær ferðir so stórur sum verandi barnagarður á Sandi.
Nýggi barnagarðurin skal liggja upp at nýggju útstykkingini í Skarðsbøi.