Ukrainski innanríkisráðharrin læt lív í tyrluvanlukku

bannari
Ukrainski innanríkisráðharrin læt lív í tyrluvanlukku
Ukrainski innanríkisráðharrin, Denys Monastyrsky, var millum teirra sum lat lív, tá ein tyrla datt niður við ein barnagarð í Brovary, nær Kyiv í morgun
 
18.01.2023 - 10:14

Í alt sekstan fólk hava eftir øllum at døma latið lív, tá tyrlan datt niður við ein barnagarð í Brovary nærhendis Kyiv í Ukraina í morgin

Ukrainski innanríkisráðharrin, Denys Monastyrsky, var millum tey, ið lótu lív.

Aftrat innanríkisráðharranum, so var eisini varainnanríkisráðharrin og onnur embætisfólk í tyrluni, og sambært enska blaðnum The Guardian, hava tey eisini latið lív.

Tvey børn, sum gingu í barnagarðinum, eru eisini deyð í syrgiligu tyrluvanlukkuni. 

22 fólk eru farin á sjúkrahús við løstum, harímillum tíggju børn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774