Vænta ófríð í samband við Eurovision Song Contest

Vænta ófríð í samband við Eurovision Song Contest
Sviar nýta dronur til trygd í samband við sangkappingina
Løgreglan í Malmø.
Mynd: Ritzau/Scanpix.  
 
05.05.2024 - 10:21

Í Svøríki fyrireika myndugleikarnir seg til ófrið í samband við árliga Melodi Grand Prix'i, sum sviar í ár eru vertir fyri.

Orsøkin er luttøkan hjá Ísrael í sangkappingini. 

Tað skrivar danska kringvarpið.

Melodi Grand Prix - ella Eurovision Song Contest - fer av bakkastokki í Malmø Arena í næstu viku. Semifinalurnar verða týsdag og hósdag, og sjálv finalan verður leygardagin 11. mai.

Í fleiri mánaðir hevur ísraelska luttøkan elvt til kjak og atfinningar. Myndugleikarnir vænta tí umfatandi mótmælir í næstu viku.

Løgreglan í Malmø fer at nýta dronur til at hava eftirlit í býnum, og eisini skulu danska og norska løgreglan hjálpa til við trygdini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403