Mette er nú virkandi forsætisráðharri

bannari
Mette er nú virkandi forsætisráðharri
Mette Frederiksen ætlar í fyrstu syftu at skipa stjórn tvørtur um politisku miðjuna
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, var fyrrapartin hjá drotningini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.11.2022 - 10:40

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur verið hjá drotningini og biðið um, at stjórnin verður loyst úr starvi.

Hóast flokkarnir á reyða veingi hava tilsamans 90 sessir, tá grønlendsku fólkatingskvinnurnar og Sjúrður Skaale verða tald við, so hevur Mette Frederiksen boðað frá, at hon í fyrstu syftu fer at royna at skipa stjórn tvørtur um politisku miðjuna.

Stjórnin hjá Mette Frederiksen er nú starvsstjórn, og hon er virkandi forsætisráðharri, til nýggj stjórn er skipað.

Væntandi fara flokkarnir seinni í dag hvør sær til drotningina at boða frá, hvør teir halda skal fáa litið upp í hendur at skipa stjórn.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592