Sviar krevja negativa kanning fyri at sleppa inn í landið

bannari
Sviar krevja negativa kanning fyri at sleppa inn í landið
Myndugleikarnir í Svøríki krevja nú, at tú skalt hava eina negativa kanning fyri at sleppa inn í landið
Sviar hava sett herd tiltøk í verk við markið fyri at tálma koronusmittuni
Mynd: Scanpix  
 
28.12.2021 - 11:32

Sviar herða nú krøvini hjá útlendingum at sleppa inn í landið.

Frá í dag krevja svensku myndugleikarnir, at útlendingar einans sleppa inn í Svøríki, um teir hava eina negativa koronukanning, sum er í mesta lagi 48 tímar gomul.

Hetta er eisini galdandi, um mann er liðugt koppsettur.

Svøríki, korona

Frítekst tagging: 

Kravið er galdandi fyri øll fólk yvir 12 ár, og myndugleikarnir góðtaka bæði PCR-kanningar og snarkanningar.

Svøríki, korona

Frítekst tagging: 

Nøkur undantøk eru tó. Eitt nú fyri lastbilsjafførar og fyri fólk, sum kunnu prógva, at tey eru ávegis til ella úr Bornholm. Men eisini tey, ið koma til Svøríkis til týdningarmiklar familjustøður, eru undantikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444