Føroyar stuðla flutningin av vaksinum í menningarlondum

bannari
Føroyar stuðla flutningin av vaksinum í menningarlondum
800.000 krónur fara úr landskassanum til at stuðla flutningin av vaksinum til menningarlond
Føroyar stuðla flutningi av vaksinum í menningarlondum við 800.000 krónum
Mynd: MAF  
 
28.12.2021 - 08:52

Altjóða hjálparflogfelagið MAF hevur fingið 800.000 krónur frá landskassanum.

Pengarnir, sum eru tiknir av játtanini til menningarsamstarv, skulu nýtast til at flúgva vaksinur til lond, sum hava biðið um hjálp til tryggan flutning.

Tað er av alstórum týdningi, at vaksinur verða atkomiligar fyri øll fólk í øllum londum, og ikki bara í teimum ríku londunum, skrivar MAF í tíðindaskrivi. 

MAF

Frítekst tagging: 

"Hetta kann MAF tryggja, millum annað við hjálp úr Føroyum," siga Símun J. Hansen og Jákup Heinesen, leiðarar í MAF Føroyar.

MAF kann flyta vaksinurnar skjótt og kalt, tí flogførini nú hava fingið útgerð og góðkenning til at flúgva vaksinur til fjarskotin øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444