Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi

Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi
Og lønarviðurskifti skulu vera gjøgnumskygd
Bjarni Kárason Petersen.
 
02.05.2024 - 06:30

Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi.

Og lønarviðurskifti skulu vera gjøgnumskygd.

Tað legði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, dent á á aðalfundinum hjá Føroya Tele týsdagin.

Landsstýrið eigur Føroya Tele.

Landsstýrismaðurin segði, at langtíðarstrategisku málini hjá samtakinum vóru væl í tráð við málini hjá sær sum landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.

Hann segði eisini, at málini um brot á kappingarlóggávuna eru óheppin. 

Hann vil tí raðfesta, at hetta verður fyribyrgt við neyðugum átøkum.

Landið fekk 30 mió. kr. í vinningsbýti frá Føroya Tele.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV