Munurin millum útláns- og innlánsrentu er hækkaður munandi

Munurin millum útláns- og innlánsrentu er hækkaður munandi
Evropeiski miðbankin hevur hækkað rentuna 10 ferðir síðani juli 2022, og føroysku bankarnir hava hækkað rentuna so hvørt
Føroya Banki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.05.2024 - 13:33

Munurin millum útlánsrentuna og innlánsrentuna er vaksin munandi í 2023. 

Hjá privatkundum er miðal rentumarginalurin vaksin úr 3,1 prosentstigum upp í 4,1 prosentstig. 

Hjá vinnukundum er rentumunurin farin úr 3, 6 prosentstigum upp í 5, 6 prosentstig, sigur Landsbankin.

Evropeiski miðbankin hevur hækkað rentuna 10 ferðir síðani juli 2022. 

 

Betri Banki.

 

Føroysku bankarnir fylgja við

Føroysku bankarnir hava hækkað útlánsrenturnar, so hvørt sum evropeiski miðbankin hevur boðað frá rentuhækkingum. 

Í februar 2024 var miðalrentan á útlánum í føroysku bankunum 6 prosent til vinnukundar og 5,2 prosent til privatkundar.

Síðan árslok 2022 hava bankarnir eisini hækkað innlánsrentuna, sum var negativ hjá privatkundum frá februar 2020 til áleið árslok 2022.

Vinnukundar fóru at gjalda negativa rentu longu í september 2019, og almennu stovnarnir og kommunurnar í mai 2017.

Stóri rentumunurin sæst eisini aftur í úrslitinum hjá bankunum fyri 2023.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297