Danski serumstovnurin: Fleiri børn mugu koppsetast

bannari
Danski serumstovnurin: Fleiri børn mugu koppsetast
Í løtuni eru einans 1,3 prosent av donsku børnunum millum 5 og 11 ár í liðugt koppsett, og tað er ikki nokk, um skúlarnir skulu lata upp sum ætlað 5. januar
Fleiri børn í aldrinum millum 5 og 11 ár mugu koppsetast, um skúlarnir skulu lata upp aftur sum ætlað 5. januar, sigur fakligur leiðari á danska serumstovninum
Mynd: Scanpix  
 
28.12.2021 - 08:26

Um skúlarnir skulu lata upp sum ætlað 5. januar, so mugu fleiri børn koppsetast fyri koronu.

Tað sigur danski serumstovnurin.

Síðani skúlarnir í Danmark lótu aftur hálvan desember, eru smittutølini bara økt.

 

38,5 prosent fingið fyrra prikið

Talið av børnum millum 5 og 11 ár, sum hava fingið fyrra prikið, er bert 38,5 prosent, og hetta er als ikki nóg mikið, sigur Tyra Grove Krause, fakligur stjóri á Serumstovninum.

Sambært danska kringvarpinum eru 1,3 prosent av børnum liðugt koppsett.

Formaðurin fyri danskar barnalæknar, Klaus Birkelund Johansen, er tó ikki heilt bilsin um lágu koppsetingartølini millum børn.

- Hetta er væntandi, tá tey millum 5 og 11 ár ikki fáa stórvegis burturúr at vera koppsett.

 

Skilir foreldrini

Hann sigur seg skilja, at foreldur halda seg aftur at koppseta síni børn.

Men hann sigur samstundis, at tey ikki hava fingið nakrar fráboðanir um hjáárin av týdningi millum børn, sum eru koppsett, hvørki í Danmark ella aðrastaðni.

Barnalæknin vónar tó ikki, at skúlagongdin verður útsett, tí hon hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá børnum.

- Mistrivnaður millum børn er tengdur at tí óvissuni, sum kemur við, at skúlarnir verða latnir aftur. Harumframt er tað eisini sannlíkt, at flestu børn fara at verða smittað einaferð, sama hvat vit gera, sigur Klaus Birkelund Johansen sambært danska kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444