Fólkavøkstur og størri skattainntøkur á Tvøroyri

Fólkavøkstur og størri skattainntøkur á Tvøroyri
1,35 mió. kr. fleiri eru komnar í kommunukassan í ár, og fólkatalið er vaksið 32 fólk
Skattainntøkan er vaksin á Tvøroyri í ár, og fólkatalið í kommununi er eisini vaksið.
 
22.09.2021 - 11:15

Til 1.september hevði Tvøroyrar kommuna fingið góðar 1,35 milliónir krónur meira í kommunuskatti enn fyrstu átta mánaðirnar í fjør.

Vøksturin er 3,35 prosent.

Men í august var hann stív seks prosent.

Fólkatalið á Tvøroyri er eisini vaksið í ár.

1.januar búðu 1744 fólk í Tvøroyrar kommunu. Mánadagin vóru tey 1776, 32 fleiri. Vøksturin er sløk tvey prosent.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843