Landsverk stevnir TG-Verk Føroyar og ARK99

Landsverk stevnir TG-Verk Føroyar og ARK99
Landsverk hevur úr at gera í sambandi við rættarmál um bygging
Mynd: Savn  
 
17.09.2021 - 14:09

Landsverk hevur í løtuni trý rættarmál í sambandi við byggimál.

Tað stendur í ársfrágreiðingini um fíggjarárið 2020 hjá Landsgrannskoðanini.

Landsverk hevur stevnt ARK99 eftir 1,4 mió.kr., tí ósemja er um ein ráðgevarafeil í samband við Tekniska skúla í Klaksvík. 

Skúlin lekur sera illa. Tilboð siga, at umvælingin av skúlanum kostar slakar tvær milliónir krónur.

Kravið hjá Landsverki er 3,4 mió. kr. Tað var latið gerðarrættinum í august.

Harafturat hevur MT Højgaard stevnt Landsverki eftir góðum fimm mió.kr. í sambandi við verkætlanina Glasir. 

Og Landsverk hevur stevnt TG-Verki Føroyar eftir 11 mió.kr. í sambandi við Hamragarð í Vági. Sambært ársfráreiðingini er Hamragarður tí ikki latin kommununum í Suðuroynni enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098