Koronupassið endaliga góðkent

Koronupassið endaliga góðkent
Koronupassið er nú loksins endaliga góðkent og klárt at brúka
Nýggja koronupassið.
Mynd: Sjúkrahúsverkið  
 
17.09.2021 - 14:04

Koronupassið er nú loksins endaliga góðkent og klárt at brúka. Tað boðar Sjúkrahúsverkið frá í tíðindaskrivi í dag.

ES-nevndin hevur endaliga góðkent talgilda føroyska koronupassið. Koronupassið kann brúkast í flest øllum londum í Evropa og gongdin er, at lond úr øðrum heimspørtum eisini gerast partur av skipanini við talgildum koronupassi.

Limalondini í ES hava í vikuni tikið avgerð um at góðkenna føroysku koronupassloysnina og kunngerðin er lýst í European Journal.   

Nýggja talgilda koronupassið fer at lætta um hjá øllum, sum fara út í heim at ferðast ella at arbeiða. Tú hevur passið á telefonini og kanst vísa tað, tá ið tað krevst, sambært Sjúkrahúsverkinum.

Koronupassið er ókeypis og kann takast niður á www.corona.fo. Tú skalt hava Samleikan fyri at fáa koronupassið.

Tað er Sjúkrahúsverkið, sum í samstarvi við Smyril Line, Talgildu Føroyar og Klintra, hevur staðið fyri at menna talgilda føroyska koronupassið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098