Sendiharri sleppur ikki inn á sendistovu sína

Sendiharri sleppur ikki inn á sendistovu sína
Sendiharrin hjá Myanmar í Bretlandi er útistongdur og sleppur ikki inn á sendistovu sína í London
 
08.04.2021 - 12:25

Sambært Kyaw Zwar Minn, sendiharra, hava tvey av starvsfólkunum á sendistovuni og umboð fyri hernaðarjuntuna tikið ræðið á bygninginum.

- Hetta er sum eitt kvett mitt í London, segði sendiharrin við Reuters í gjárkvøldið.

Hernaðarjuntan gav Kyaw Zwar Minn boð um at koma heim til Myanmar eftir at hann í síðsta mánaði alment hevði sagt, at hann stuðlaði leiðaranum í Myanmar, Aung San Sui Kyi.

Sui Kyi hevur verið í húsavarðhaldi síðani hernaðarkvettið 1. februar.

Kyaw Zwar Minn aktaði ikki boðini frá hernaðarjuntuni um at kom heimaftur.

Í gjárkvøldið savnaðust fleiri fólk uttanfyri sendinstovuna hjá Myanmar í London fyri at stuðla sendiharranum.

Kyaw Zwar Minn varð eisini sæddur uttanfyri sendistovubygningin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843