- Tíðindi, mentan og ítróttur
Byrja farmarutu til Hanstholm
06.04.2021 - 13:55
Aktuelt›Vinna
Byrja farmarutu til Hanstholm
Faroe Ship fer nú at sigla til Hanstholm. Farið verður av Havnini mikukvøld, og skipið er frammi fríggjakvøld

Tað fer at hava við sær, at eitt nú feskar føroyskar fiskavørur kunnu vera frammi á evropeiska marknaðinum sunnukvøld.
Stjórin, Bogi P. Nielsen, sigur í skrivi, sent fjølmiðlunum, at viðskiftafólkini fáa við hesum betri avskipingarmøguleikar úr Føroyum og betri atkomu til útlendsku marknaðirnar.
Í fjør var havnin í Hanstholm liðugt útbygd fyri meira enn 650 milliónir krónur. Fyrsti túrurin hjá Faroe Ship til Hanstholm verður 14. apríl.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV