Føroyagrunnurin letur hálva millión í stuðli

Føroyagrunnurin letur hálva millión í stuðli
Stuðul verður latin til vinnuútbúgving, ídnaðarroyndir og annað
Føroyagrunnurin eigur 32,7 prosent í partafelagnum JFK og 100 prosent í Norðoya íløgufelag
 
16.02.2021 - 09:21

Føroyagrunnurin bjóðar nú fólki at søkja um stuðul úr grunninum.

Stuðulin, sum verður latin í fyrra umfarinum í ár, er upp til 500.000 krónur tilsamans. Umsóknarfreistin er hálvan mars.

Stuðul verður latin til vinnuútbúgving, ídnaðarroyndir og annað.

Stuðul til vinnuútbúgving kann vera skúlagjald, upp til 50.000 krónur, ella til vinnu Ph.d.útbúgvingar, upp til 150.000 krónur.

Vinnurekandi grunnur

Ídnaðarroyndir, sum kunnu skapa arbeiðspláss og vøkstur og/ella kunnu kveikja áhuga og kunnleika serliga hjá ungdómi til ídnaðin kunnu fáa stuðul.

Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur.

Hann eigur 32,7 prosent í partafelagnum JFK og 100 prosent í partafelagnum Norðoya íløgufelag, sum eigur í seks fyritøkum.

Føroyagrunnurin arbeiðir eisini við at stovna og byggja eitt sjóvinnusavn í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012