Ferð komin á tunnilin til Dals

Ferð komin á tunnilin til Dals
Landsverk søkir eftir maskinførarum og smiði.16 milliónir kr. í ár røkka til ein hálvan kilometur
Arbeitt verður í skiftum, tvær vikur í senn, og miðað verður eftir at bora einar 50 metrar av tunlinum hvørt skifti
 
16.02.2021 - 18:02

Ferð er nú komin á at gera Dalstunnilin, og tí søkir Landsverk eftir tveimum maskinførarum og einum smiði at taka sær av útgerðini.

Pengar lupu av ætlanini í fjør, og tí hevur Landsverk umleið 16 milliónir krónur til arbeiðið í ár. Níggju milliónir krónur eru játtaðar á fíggjarlógini fyri í ár.

Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur á Landsverki, sigur, at pengarnir í ár fara at røkka til einar 500 metrar av tunlinum, sum verður 2,2 kilometrar langur.

Um bara níggju milliónir krónur vóru at arbeiða fyri, so høvdu pengarnir verið uppi í summar, sigur hann.

NCC hjálpa til

Av tí at tað krevur servitan at nýta útgerðina í tunlinum, hevur Landsverk gjørt avtalu við NCC um at hjálpa við tí, og tí skulu tríggir mans frá NCC arbeiða saman við tunnilsliðnum eitt skifti.

Annars arbeiða tríggir mans frá Landsverki í tunlinum, umframt lastbilarnar sum koyra grótið úr tunlinum. Nú skulu so tríggir mans setast í starv aftrat.

Arbeitt verður í skiftum, tvær vikur í senn, og miðað verður eftir at bora einar 50 metrar av tunlinum hvørt skifti.

Grótið fer til vegagerð

Grótið, sum kemur úr Dalstunlinum, verður í fyrstu syftu nýtt til at breiðka vegin til Skálavíkar, og arbeitt verður við ætlanum um at breiðka aðrar vegir í Sandoynni, sigur Fríðrik Heinesen.

- Tað hevði verið ynskiligt at fingið meir enn níggju milliónir krónur til arbeiðið um árið, tí annars er vandi fyri, at arbeiðið má steðga miðskeiðis í árinum, sigur Fríðrik Heinesen.

Tað kostar millum eina og tvær milliónir krónur um mánaðin at gera tunnilin, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098