Velja helst allar tingnevndir av nýggjum

15.01.2021 - 12:20
AktueltPolitikkur
Velja helst allar tingnevndir av nýggjum
Eyðgunn Samuelsen kemur í tingið fyri Heðin Mortensen, men nevndarsessirnir hjá honum eru so serligir, at tað ber ikki til at skifta út í ótíð
Eyðgunn Samuelsen tekur sæti á tingi fyri Heðin Mortensen, sum fer í farloyvi, men fær ikki av sínum eintingum nevndarsessirnar hjá honum
 

Mest sannlíkt verða allar løgtingsnevndirnar valdar av nýggjum, tá tingið kemur saman aftur týsdagin.

Tað er ein fortreyt fyri, at Eyðgunn Samuelsen kann taka við nevndarsessunum hjá Heðini Mortensen, sum fer úr løgtinginum fyri at røkja borgarstjórasessin í Havn.

Heðin Mortensen hevur nevniliga sæti í júst teimum báðum løgtingsnevndunum, har ikki ber til at skifta út í ótíð. 

Uttanlandsnevndin og Landsstýrismálanevndin - har Heðin Mortensen situr - eru beinleiðis nevndar í tingskipanini sum nevndir, har varamaður, sum tekur sæti á tingi fyri tingmann í farloyvi, ikki kann taka við teimum nevndarsessum, sum tingmaðurin hevur sæti í.

Har er tað galdandi, at um ein tinglimur fer í farloyvi, og harvið eisini úr nevndini, so tekur valda varafólkið í nevndini við sessinum - men einki nýtt varafólk kemur í nevndina í staðin.

Nú Heðin Mortensen fer úr løgtinginum at røkja sessin sum borgarstjóri í Havn, eru boð eftir Eyðgunn Samuelsen, sum endaði nummar átta á Javnaðarlistanum til løgtingsvalið seinast, og tí er fyrsta varafólk.

Fær ikki nevndarsessir av sínum eintingum

Eyðgunn Samuelsen kann taka sæti á tingi - men hon sleppur ikki av sínum eintingum at taka yvir nevndarsessirnar.

Tí nevndar- og varalimir í Uttanlands- og Landsstýrismálanevndini skulu veljast beinleiðis av løgtinginum.

Og fyri at tað skal lata seg gera, skulu allar løgtingsnevndirnar veljast av nýggjum. 

Og tað kann bara lata seg gera, um ein meiriluti av løgtinginum vil tað.

Javnaðarflokkurin hevur biðið samgonguna um at velja tingnevndirnar av nýggjum.

Eingin onnur broyting skal gerast

Christian Andreasen og Magnus Rasmussen, sum eru formenn í tingbólkunum hjá ávíkavist Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, siga við útvarpið, at teirra flokkar ERU sinnaðir at ganga hesum ynski á møti. Tó við tí treyt, at allir flokkar í løgtinginum gera eina bindandi avtalu um, at eingin onnur broyting verður gjørd í hinum nevndunum.

- Ber til at gera eina avtalu um, at nevndarvalið einans merkir, at Javnaðarflokkurin skiftir út millum síni fólk, so vilja vit ganga tí ynskinum á møti, siga Christian Andreasen og Magnus Rasmussen.

Finst eingin tílík avtala frammanundan, so kann tað henda, at politiska valdsbýtið í ymsu løgtingsnevndunum verður broytt, tá alt kemur í spæl við val av nevndum.

Flokkarnir umrøða málið týsdagin, tá løgtingið hevur sín fyrsta fund í ár.
 


 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
120805
Hósdag 25. februar
Morgunlestur hósdagur 25. februar 2021
120515
Mikudag 24. februar
Breddin
120788
Mikudag 24. februar
Nón 24. februar 2021
120782
Mikudag 24. februar
Góðan morgun Føroyar 24.02.2021
120748
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. februar
Pólsk sending: Saman í frástøðu
120802
Mikudag 24. februar
Fiskivinnukjak í Klaksvík
120790
Týsdag 23. februar
Maria Skaalum Petersen, Fróðskaparsetrið
118844
Mánadag 22. februar
3-2
120666
Sunnudag 21. februar
TeenStreet lovsangur (4:5)
120617